Far til innihaldið
SmartVerk

Tøknis-umvælingar á Skálafjørðinum

Gev tínari tøkni
nýtt lív.

Ein skaddur skermur ella eitt veikt battarí? Vit hjálpa tær víðari — við persónligari tænastu og greiðum næsta stigi.

Ella ring til okkara 590051
Persónligt samskiftiPrísur verður avtalaðurVerkstaður á Skálafjørðinum

Alt á einum stað

Hvat kunnu vit hjálpa tær við?

Frá fyrsta fyrispurningi til lidna umvæling — ella tað rætta tilhoyrið til tína eind.

Umvælingar og prísir

Vel merki og eind, og sí møguleikarnar fyri umvæling.

Sí prísir

Kundaoyðublað

Send okkum eina umbøn, áðrenn tú kemur á verkstaðin. Myndir kunnu leggjast við.

Bið um umvæling

Soleiðis virkar tað

  1. 1

    Send eina umbøn

    Vel umvæling ella lýs trupulleikan.

  2. 2

    Vit vátta næsta stig

    Vit avtala prís og innlating við teg.

  3. 3

    Fylg við umvælingini

    Tú fært eina leinkju, tá uppgávan er stovnað.

Um SmartVerk

Tøknilig hjálp.
Persónlig tænasta.

SmartVerk er tín lokali verkstaður á Skálafjørðinum. Vit arbeiða við umvælingum av tøkni og hjálpa tær at finna eina loysn, sum hóskar til tína eind.

Tú fært beinleiðis samband við okkum, og vit avtala arbeiðið við teg. Í nethandlinum finnur tú eisini tøkni og tilhoyr.

support@smartverk.com

Finn okkum

Vit eru her,
tá tú hevur tørv á okkum.

Mýrisnípuvegur 8
485 Skálafjørður

Ring ella skriva og avtala innlating ella heintan, áðrenn tú kemur.

Vís leiðina
SmartVerkMýrisnípuvegur 8 · Skálafjørður

Gott at vita

Er umbønin ein endalig bílegging?

Nei. Vit kanna umbønina og vátta prís og næsta stig við teg, áðrenn tú kemur við eindini.

Hvussu leingi tekur umvælingin?

Tað veldst um brekið og um luturin er tøkur. Vit avtala eina væntaða tíð við teg, tá vit hava kannað umbønina.

Eg veit ikki, hvat modell eg havi

Hygg undir Stillingar → Alment → Um á tínum iPhone ella iPad. Tú kanst eisini lýsa eindina í oyðublaðnum ella ringja á 590051.

Skal eg skriva loynikotuna her?

Nei. Skriva ikki loynikotur ella aðrar viðkvæmar upplýsingar í oyðublaðið. Um tørvur er á atgongd til eindina, avtala vit tað við teg.

Vit hjálpa tær víðari

Skulu vit hyggja at tínari eind?

Opna kundaoyðublaðið